Vegna veður, verður potingin flutt út í Sørvágs skúla

29.01.2022

Tað hevur verið sera ringt verður inni á kai’ini og tjaldið hevur fingið stóran skaða. Tí er avgerð tikin um at flyta potingina út í Sørvágs skúla, og verður har sum ætlað frá kl. 16.00 til kl. 18.15.

Parkering er við skúlan og niðri við Sørvágs kirkju. Gingið verður inn gjøgnum høvðusdyrnar og út aftur í hinum endanum á skúlanum, út í garðin. Neyðugt er at minnast til at hava masku og at halda frástøðu.

Um onkur er, sum ikki kann ganga og má sita í bili, so koma starvsfólk út til bilin at pota.

Fyri at tað skal ganga skjótt fyri seg og sum mest møguligt sleppa undan at standa í kø, er tað av alstórum týdningi at møta til ásettu tíð sum man hevur fingið, og at hava strikkoduna/QR-koduna klárar tá møtt verður.