Varaborgarstjórin virkandi borgarstjóri í viku 29 og 30

Krutl 7352 Jan@750

10.07.2026

Meðan Bjarni Prior, borgarstjóri er í summarferiu, røkir varaborgarstjórin, Jóanis Albert Nielsen, borgarstjórastarvið í viku 29 og 30.

Um almennar uppgávur ella onnur átrokandi mál stinga seg upp í hesum tíðarskeiðinum, er tað varaborgarstjórin, sum tekur sær av teimum vegna borgarstjóran.

Fyrsta almenna uppgávan hjá virkandi borgarstjóranum verður týsdagin 14. juli, tá móttøka verður fyri smáttunum Niðri á Tjørn, sum eru lidnar.

Kommunuskrivstovan er stongd vegna summarfrítíð og letur upp aftur mánamorgunin 3. august kl. 10.00.

Eru átrokandi boð til kommununa, ber til at seta seg í samband við kommunustjóran á telefon 79 44 08.