Valrætt til løgtingsvalið 2026 – fyri lesandi við seinasta bústaði í Vága kommunu

27.02.2026
Í sambandi við komandi løgtingsval 26. mars 2026 kunnu lesandi, ið eru stødd uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, varðveita sín valrætt – treytað av, at ávísar treytir eru loknar.
Hevði tú seinasta skrásetta bústað í Føroyum í Vága kommunu, er tað Vága kommuna, sum viðger tína umsókn um upptøku á vallistan.
Treytir fyri valrætt
Fyri at hava atkvøðurætt til løgtingsvalið, meðan tú ert uttanlands í lestrarørindum, er tað ein treyt, at:
- tú hevur búð í Føroyum og verið skrásett/ur í føroyska fólkayvirlitinum í minsta lagi fimm ár tilsamans
- tú ikki hevur havt bústað uttanfyri Føroyar í meira enn átta ár
Lúkar tú hesar treytir, kanst tú søkja um at koma upp á vallistan í tí kommunu, har tú seinast vart skrásett/ur – í hesum føri Vága kommunu.
Kunna teg nærri um reglurnar í løgtingslógini um val til Løgtingið:
Soleiðis søkir tú
Umsókn um upptøku á vallistan fer fram talgilt á Vanganum. Tú ritar inn við tínum Samleika og sendir umsóknina har.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú seta teg í samband við Vága kommunu á vaga@vaga.fo fyri at fáa nærri vegleiðing um, hvussu tú kanst senda umsóknina beinleiðis til kommununa.
Freist at søkja
Tann 5. mars 2026 klokkan 16.00 er seinasti freist, at Vága kommuna kann taka avgerð um upptøku á vallistan til løgtingsvalið 2026.
Tað merkir, at umsóknin má vera Vága kommunu í hendi í góðari tíð áðrenn hesa freist. Vit mæla tí staðiliga til, at søkt verður í góðari tíð.
Brævatkvøða úr útlondum
Skal tín atkvøða telja við, er neyðugt at greiða brævatkvøðu so mikið tíðliga, at hon er frammi hjá valstýrinum í Vága kommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum tann 26. mars 2026.
Minst til at hava samleikaprógv við, tá tú fert at greiða brævatkvøðu. Samleikaprógv kann vera annaðhvørt pass ella koyrikort.
Ert tú búsitandi í Danmark, kanst tú finna yvirlit yvir sendistovur, konsulat og upplatingartíðir á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum.
Vága kommuna heitir á øll lesandi við seinasta bústaði í kommununi um at kanna síni viðurskifti og tryggja sær valrætt í góðari tíð. Atkvøðurætturin er ein grundleggjandi rættur – eisini tá tú ert uttanlands í lestrarørindum.
