Vága kommuna setur tríggjar sjálvvirknar flaggstengur upp

Sjalvvirki Flagg

12.11.2025

Vága kommuna hevur nú fingið tríggjar nýggjar, sjálvvirknar flaggstengur – eina í Sandavági, eina í Miðvági og eina til Vatnsoyrar. Flaggstengurnar eru frá danska framleiðaranum Uptimast og eru ætlaðar til almennar flaggdagar, jarðarferðir og aðrar hátíðar- og minningardagar. Skipanin er sjálvvirkin, samstundis sum hon kann stýrast gjøgnum telefonina, tá tørvur er á tí, og flaggið fer sjálvvirkandi upp og niður eftir einum flaggkalendara.

Ein týdningarmikil fyrimunur við nýggju skipanini er, at arbeiðsfólk ikki longur skulu møta upp á staðnum, hvørja ferð flagg skal heysast ella takast niður. Hetta ger arbeiðið bæði skjótari og smidligari.

Kostnaðurin fyri hvørja flaggstong 75.000 kr. Umframt sjálva flaggstongina verður settur ein kassi niður í jørðina, har fløggini verða goymd, tá tey ikki eru í nýtslu. Vága kommuna hevur tvey fløgg til hvørja flaggstong – eitt stórt og eitt minni – soleiðis at møguleiki er at flagga alt eftir veðrinum. Íløgan verður mett til at vera spard inn aftur eftir umleið 3 árum.

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sigur, at avgerðin er tikin við støði í bæði rationalisering og sparing:
– Vit gera hetta, tí vit halda, at hetta er ein dygdargóð og varandi sparing í rakstrinum, og samstundis ger hetta flaggingina lættari og tryggari.

Klima umboðar Uptimast í Føroyum

Føroyska fyritøkan Klima í Sandavági umboðar Uptimast í Føroyum og hevur staðið fyri uppsetingini í Vága kommunu. Klima er ein roynd fyritøka innan el-instalatiónir og stýringarskipanir og hevur virkað síðan 2004.

Uptimast er nýggj loysn á føroyska marknaðinum

Uptimast setti fyrstu sjálvvirknu flaggstengurnar upp í Danmark í mai í ár, og higartil eru 20 flaggstengur av hesum slagnum settar upp – harav tríggjar í Vága kommunu. Hetta ger Vága kommunu til eina av teimum fyrstu kommununum uttan fyri Danmark, sum tekur hesa nýggju, framkomnu flaggingsskipan í nýtslu.

Eitt stig fram móti eini nútímans flaggingsskipan

Við hesum tekur Vága kommuna eitt týðandi stig fram ímóti eini tøkniliga væl útgjørdari og framtíðarrættaðari flaggingsskipan. Hon er longu tikin í nýtslu og fer at gera dagliga arbeiðið lættari og skjótari.