Vága kommuna sett Rakul Helgadóttir í starv.

06.11.2026
Vága kommuna hevur sett Rakul Helgadóttir í starv sum skrivstovufólk í umsitingini.
Rakul er 26 ára gomul og búsitandi í Sørvági. Hon er útbúgvin skrivstovufólk við sergrein í fyrisiting og hevur viðkomandi starvsroyndir frá Sev.
Hjá Sev hevur Rakul millum annað arbeitt við kundatænastu, journal, bókhaldi og øðrum fyrisitingarligum uppgávum, umframt at Rakul hevur verið við at seta í verk nýggja 360 journalskipan hjá SEV. Rakul hevur tí góðar og viðkomandi royndir.
Í Vága kommunu kemur Rakul millum annað at taka sær av móttøku og samskifti, journalisering, skjalaviðgerð, bókhaldsuppgávum og øðrum fyrisitingarligum uppgávum.
Vit gleða okkum at fáa Rakul í starvsfólkahópin í februar og ynskja henni hjartaliga vælkomnari í Vága kommunu.