27.06.2025
Margaret er 50 ára gomul og útbúgvin námsfrøðingur. Hon hevur drúgvar royndir innan barna- og ungdómsøkið, og hevur í fleiri ár starvast sum námsfrøðingur á ymiskum stovnum í Vága kommunu.
Margaret hevur starvast í Virkishúsinum frá tí tað lat upp, seinastu tvey árini, sum virkandi leiðari og hevur hon tískil verið ein týðandi partur av menningini av virkseminum í Virkishúsinum frá tað varð sett á stovn.
At arbeiða fyribyrgjandi og at arbeiða við relatiónum millum børnum og ungum eru hjartamál hjá Margaret. Tíðarskeiðið har Margaret hevur verið virkandi leiðari, hevur hon upparbeitt sær hollar royndir í leiðslu og fyrisiting.
Sum persónur er Margaret rólig og fyrikomandi, men eisini avgjørd og ábyrgdarfull. Hon hevur bæði fakligar og persónligar eginleikar, sum eru týðandi fyri at røkja leiðslustarvið í Virkishúsið.
Margaret kemur at verða partur av leiðslutoyminum á barna- og ungdómsøkinum í Vága kommunu, og fer at hava ein virknan leiklut í menningini av barna- og ungdómsøkinum í kommununi.
Margaret byrjar í starvinum tann 1. juli.