Útbjóðing av reingerð í Vága kommunu

10.08.2021

Við hesum verður arbeiðið, at gera reint, á hesum støðum lýst leyst:

  • Sóljugarður, og 
  • almenna wc við Hammershaimbsveg.

Arbeiðið fevnir um dagliga reingerð og høvuðsreingerðir.

Reingerðin verður bjóðað út í einum, tó skal verða tilskilað hvussu nógv hvørt vaskistað kostar um mánaðin og tilsamans um árið.

Útbjóðingartilfar fæst við at venda sær til skrivstovuna hjá Vága kommunu, tlf. 344400 ella á teldupost vaga@vaga.fo, ímóti einum gjaldi á kr. 2.000,-

Vága kommuna ynskir, at verandi reingerðarfólk sleppa at halda áfram innan reingerð, men roknast kann við broytingum, ið komandi arbeiðstakari fremur.

Arbeiðstakari skal vera limur í FAG, og starvsfólkið skal vera skipa í avvarðandi arbeiðarafelag. Veitari skal kunna skjalprógva at amboð og tilfar annars er brúkaravinarligt og lýkur øll krøv viðvíkjandi heilsu. Við í tilboðnum skal vera íroknað alt reingerðartilfar, so sum klútar, sápur og amboð annars.

Tilboðið skal latast Vága Kommunu í afturlatnum brævbjálva seinasta lagi týsdagin 31. august, merkt, “Tilboð á reingerð”.

Tilboðini vera vekta 50% gjøgnumskygni á sjálva reingerðatænastuna/ 50% prísur.

Vága kommuna tilskilar sær rætt at velja millum innkomnu tilboðini ella ikki at taka av nøkrum av tilboðunum.