Út- og innkoyring til Hornaveg stongd vegna arbeiði

27.02.2023

Vegna arbeiði, verður Hornavegur í Miðvági stongdur við út- og innkoyringina til Leitisveg, frá í dag, mánadag 27. februar klokkan 13.00 til mikukvøldið 01. mars 2023 kl. 18.00 ella so leingi arbeiðið varðar.

Øll ferðsla til sunnara part av Miðvági verður at koyra eftir Kirkjavegi ella Bótólvsvegi.