
15.01.2026
Týsdagin hitti Ungdómsráðið í Vága kommunu, Bjarna Prior, borgarstjóra til fyrsta av tveimum árligum fundum. Fundurin er ein liður í arbeiðinum at tryggja, at røddin hjá teimum ungu verður hoyrd og tikin við í politiska arbeiðinum í kommununi.
Á fundinum setti Ungdómsráðið sjóneykuna á evni, sum tey sjálvi meta vera serliga viðkomandi. Millum annað vóru bussleiðir og busssamband í Vágum umrødd, umframt ónøgdina við nýggju ferðaætlanina hjá leið 300, eins og møguleikar og tilboð til ung eftir loknan fólkaskúla. Eisini varð spurningurin um integratión av tilflytarum settur. Tosa var eisini um hallarviðurskifti hjá ítróttarfeløgum. Hetta eru evni, sum ráðið ynskir at arbeiða víðari við í samráð við kommununa.
Síðani greiddi borgarstjórin frá, hvørjar raðfestingar býráðið hevur sett sær fyri í 2026. Millum evnini, ið vórðu umrødd, vórðu ætlanir um íverksetarahús, marghøll, útiøki á Skúlanum á Giljanesi, matarskipan fyri dagstovnar og skúla, fríløtuøkir í kommununi, tryggari farleiðir til og frá skúla, Oyggjaleikir 2027 og arbeiðið við Newton-konseptinum. Borgarstjórin legði dent á týdningin av, at ung verða tikin við í kjakið um framtíðarætlanir, sum hava beinleiðis ávirkan á teirra gerandisdag.
Borgarstjórin heitti á Ungdómsráðið um at halda fram við at vera virkið, koma við hugskotum og seta orð á, hvat ung halda, at kommunan ger væl og hvat hon kann gera betri. Vága kommuna metir Ungdómsráðið vera ein týdningarmiklan part av demokratiska arbeiðinum í kommununi og sær fram til framhaldandi góðar og gevandi fundir, har ung verða hoyrd og verða tikin við upp á ráð í málum, sum viðkoma teimum.
Endamálið við ungdómsráðnum er at skapa eitt forum, har ung kunnu bera fram síni sjónarmið, royndir og hugskot – bæði sum umboð fyri felagsskapir og sum einstaklingar í kommununi.
Nærri kunning um ungdómsráðið kann finnast her.