Undurfagri mai aftur á skránni – fyrireikingarnar eru byrjaðar

499921379 122186516924273212 6832364011848319638 N

Sólsetur á Fútakletti

06.03.2026

Aftur í ár fer Vága kommuna at heilsa várinum við mentanarmánaðinum Undurfagra mai – ein heilan mánað við tiltøkum, sum varpa ljós á mentan, náttúru og felagsskap í kommununi. Fyrireikingarnar eru longu byrjaðar, og gleða vit okkum at bjóða borgarum og vitjandi til eina røð av fjølbroyttum upplivingum í kommununi.

Íblásturin til heitið og sjálvt innihaldið í átakinum kemur frá vakra vársanginum Mai eftir Tummas N. Djurhuus, sum Lív Dam sang í 1989. Fyrsta linjan í sanginum – “Áh, tú undurfagri mai” – fangar júst tann stemningin, sum Undurfagri mai ynskir at skapa: ein mánað har náttúra, mentan og felagsskapur fáa rúm at blóma.

Undurfagri mai hevur seinastu árini ment seg til ein livandi og savnandi part av várinum í Vága kommunu. Fleiri av væleydnaðu tiltøkunum frá undanfarna ári verða aftur á skránni, samstundis sum nýggj tiltøk eisini verða løgd afturat. Skráin fevnir breitt og hevur upplivingar fyri bæði børn, ung og vaksin.

Endaliga skráin verður kunngjørd seinni í vár. Vit eggjað til at fylgja við á Facebook- og Instagram-síðuni Undurfagri Mai, har kunning og tiltøkini verður løgd út.

Vit gleða okkum at bjóða til ein mánað við upplivingum, íblástri og felagsskapi – og vóna, at nógv vilja vera við til at gera mai til ein veruliga undurfagran mánað í kommununi.