Undurfagri mai 2026

01.04.2026
Um eina mánaða byrjar Undurfagri mai, sum aftur í ár fer at varpa ljós á mentan, náttúru og felagsskap við tiltøkum fyri allar borgarar og vitjandi í Vága kommunu. Vit kunnu gleða okkum til fleiri afturvendandi tiltøk so sum sólarheilsan, sólseturskaffi, smákyktatúr og eina rúgvu av konsertum. Eisini verða fleiri nýggj tiltøk og átøk sett í verk: eitt nú ein felags velta norðuri á Heiðum í Miðvági og uttanfyri Vakstrarhúsið í Sandavági. Meira um hetta í næstu viku.
Her eru tey tiltøkini, sum eru kunngjørd:
1. mai: Sólarheilsan í Vágadali
2. mai: Konsert við Guðrið Hansdóttir sí atgongumerki.fo
4. mai: SKAP - fyrilestur um fløskur og lista-verkstova við Randi Samsonsen sí atgongumerki.fo
6. mai: Bygg smákyktahotel í Vakstrarhúsinum
7. mai: Leikurin UPPHAV í Listastovuni sí atgongumerki.fo
8. mai: RØDDIR - fólkaræðisfest fyri ung í skúlanum á Giljanesi
9. mai: Djóradagur í Vatnsoyrum
10. mai: Konsert við Tórshavnar kamarkóri á Fiskastykkinum sí tiltak
Fylgið við á síðuni hjá Undurfagra mai ella á heimasíðuni hjá Vága kommunu fyri at hoyra meira um tiltøkini, sum vera kunngjørd so hvørt. Eisini verður ein skrá send út í hvørt hús seinni í mánaðinum.