Umhvørvisvikan og útivika í Vága kommunu er hesa vikuna

13.06.2022

Vit hyggja frameftir og taka ímóti avbjóðingum sum standa fyri framman. Dentur verður lagdur á burðardygga menning í øllum verkætlanum, har atlit verða tikin til umhvørvið og náttúruna.

Temaið fyri umhvørvisvikuna í ár fylgir heimsmálunum nr. 2 og nr. 3 sum umrøða matspillu, og heilsugott lív og trivnað.

Fylg við á Umhvørvisvika í Vága kommunu, har tiltøk javnan verða løgd út.

Fyrsta tiltakið er í kvøld við bokashi og plantumarknaði. IRF og Havin.fo greiða frá í hølunum hjá Havin.fo í Vakstrarhúsinum.