Umhvørvisplássið - upplatingartíðir og burturbeining av leivdum frá slakti.

28.09.2020

Nú fjøllini verða gingin, verður bingjuplássið í Vága kommunu soleiðis opið í oktober mánað

  • Mánadag kl. 18:00 - 22:00
  • Týsdag - fríggjardag kl. 16:00 - 18:00
  • Leygardag kl. 14:00 - 22:00

Broytingarnar í upplætingartíðini eru galdandi frá týsdegnum 20. september til og við mánadegnum 31. oktober.

Mint verður á, at vemburnar skulu verða tømdar, áðrenn tær verða koyrdar í bingjuna og at alt skal latast inn um hegnið.

Heitt verður annars á fólk um at fylgja vegleiðing frá IRF um burturbeining av leivdum frá slaktinum:

Visti tú, at tá ið IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, so viðførir tað dálkandi útlát frá skorsteininum?

Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða burturbeindar á rættan hátt.

Soleiðis verjir tú umhvørvið:
– Tøm vemburnar — tað dálkar at brenna fullar vembur.
– Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
– Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar. Finn títt kommunalu endurnýtslupláss/ruskpláss her.

Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig.  Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.