Umhvørvisplássið stongt í dag

31.01.2024

Fyrireikingarnar til veðrið í dag, har millum annað umhvørvisplássið var leingi opið í gjár, so borgarar kundu koma við burturkasti sum lá uttanfyri, hevur havt við sær, at bingjurnar nú eru fullar.

Soleiðis sum veðrið er í løtuni, verður ikki mett ráðiligt, at fara avstað við, og at koma við nýggjum bingjum. Umhvørvisplássið verður opið sum vanligt aftur hósdagin.