Umhvørvisplássið broyttar upplatingartíðir og vegleiðing til burturkast av leivdum frá fletting

01.10.2022

Í samband við slaktið, er upplatingartíðin á umhvørvisplássinum broytt. Hesar upplatingartíðirnar eru galdandi fyri allan oktober.

Leygardag frá kl. 14.00 til kl. 22.00

Mánadag frá kl. 18.00 til kl. 22.00

Týsdag til fríggjadag frá kl. 16.00 til kl. 18.00

IRF hevur góðar vegleiðingar tá burturkast av leivdum frá fletting verður latið inn á umhvørvisplássið.

Tálg

Hava tit ikki sjálvi tørv á tálgini, kunnu tit lata hana til onnur. Sum dømi kann nevnast Tálgaverk í Vága kommunu, sum aftur í ár tekur ímóti tálg. Fyri at gagnnýta tálgina er tað sera umráðandi, at hon verður løgd í kalt vatn beinanvegin. Tálgaverk tekur ikki ímóti annað avroð enn reina tálg, og tálgin má vera væl skolað. Les meira her um hvussu tálgin eigur at verða handfarin áðrenn hon verður latin inn. Tálgin kann latast inn á Umhvørvisplássið í Vága kommunu ella uttanfyri Trolhúsið inni á keiini í Miðvági har Tálgaverk heldir til.

Seyðaskinn

Eitt tað mest dálkandi at brenna hjá IRF eru seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk at lata seyðaskinn til endurnýtslu.

Í løtuni er tað bert Oikos, sum er góðkendur móttakari av seyðaskinnum í Føroyum. Um tit ætla at lata tykkara skinn til Oikos, er tað sera umráðandi, at tit fylgja krøvunum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hesum viðvíkjandi. Les meira her.

Búnaðarstovan hevur skipanina viðvíkjandi stuðli til seyðaskinn um hendi. Tak niður reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn.

Fyri at Oikos kann gagnnýta skinnini er tað sera týdningarmikið, er skinni verða væl køld niður beint eftir flettingina, og at tit ansa eftir, at roðin ikki tornar. Les meira um vegleiðingarnar hjá Oikos her.

Vegleiðingin frá IRF

  • Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu
  • Tøm vemburnar
  • Lat tálg inn til endurvinningar
  • Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar
  • Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar.