Trupulleikin við vatnleiðingini funnin, men kemur at taka eina løtu áðrenn rættlag er komið á aftur

08.06.2022

Feilurin, sum fyrr í dag hevur verið á vatnleiðingini í Sandavági, er loystur. Men trupulleikin hevur gjørt tað, at Steigabrunnurin tømdist, og tað kemur at taka eina løtu í kvøld at fylla vatn á aftur. So tað verður væntandi ikki fyrr enn seinni í kvøld, at rættlag er komið á aftur vatnveitingina ymsastaðni í Sandavági.