Triðja viðtalan í kommunulæknaviðtaluni í Vágum er farin í gongd

Vaga30

06.11.2026

Nú eru tríggjar viðtalur í kommunulæknaviðtaluni í Vágum. Heilsutrygd og Vága kommuna hava verið í samskifti um hølini til nýggju viðtaluna, og eftir at hølini eru góðkend, er viðtala 3 nú farin í gongd. Heilsutrygd søkir samstundis eftir einum føstum kommunulækna til viðtaluna. Nýggja viðtalan skal geva borgarunum í Vágum betri atgongd til kommunulækna og lætta um hjá hinum báðum viðtalunum, sum tilsamans hava umleið 3.470 borgarar.

Inntil ein fastur kommunulækni er settur, eru avloysarar í viðtaluni saman við einum sjúkrarøktarfrøðingi.

Í løtuni eru ongir borgarar knýttir at viðtalu 3. Viðtalan hjálpir tí hinum báðum viðtalunum. Tað merkir, at borgarar, sum bóka tíð hjá sínum kommunulækna, kunnu fáa eina tíð í viðtalu 3.

Ynskja borgarar at bóka tíð beinleiðis í viðtalu 3, kunnu tey ringja til kommunulæknaviðtaluna sum vanligt og trýsta 3. Tíðarbóking á netinum er ávegis.

Borgarar kunnu eisini velja at verða fast knýttir at viðtalu 3, um tey ynskja tað.

– Vit hava leingi arbeitt fyri eini triðju viðtalu í Vágum, og tað er gleðiligt, at hon nú er komin í gongd. Vónin er, at hon fer at stytta bíðitíðina og geva borgarunum betri tænastu og betri møguleika at fáa tíð hjá lækna, tá tørvur er á tí, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.

Tá ein fastur kommunulækni er settur í viðtalu 3, verður kunnað um tað. Somuleiðis verður kunnað, tá tíðarbóking á netinum er komin í gongd.