11.08.2025
Fyri at tryggja, at øll hava sama møguleika at ogna sær eitt grundstykki í Vága kommunu, er avgjørt at hava eitt fast tíðspunkt, tá listin yvir tøk grundstykki verður dagførdur. Hetta verður hvønn fyrsta týsdag í hvørjum mánaði, so øll vita, nær møgulig nýggj grundstykki verða løgd út til sølu.
Prísurin fyri grundstykki verður ásettur fyri hvørja útstykking sær.
Søkjast skal um grundstykki umvegis Vangan, og har sæst eisini eitt yvirlit yvir, hvørji grundstykki eru tøk.
Treytir fyri at keypa grundstykki
Áðrenn endaligt skeyti verður undirskrivað, verður fyrst latin tilsøgn. Treytin fyri at fáa tilsøgn er, at Vága kommuna innan ásetta freist hevur fingið váttan um fígging ella tøkan pening til bygging av sethúsi frá peningastovni:
Um treytirnar ikki verða loknar innan freistirnar, fellur tilsøgnin burtur, og grundstykkið verður sett aftur til sølu fyrsta týsdag í næsta mánaði.
Byrjan av bygging
Í byggiloyvinum verður m.a. treytað, at bygging skal vera byrjað innan tvey ár frá tí degi, byggiloyvið er útskrivað. Um bygging ikki er byrjað innan hesa freist, hevur kommunan rætt, men ikki skyldu, at taka grundstykkið aftur móti at rinda sama keypsprís, sum var goldin.