Til borgarar, sum fáa heimahjálp ella heimasjúkrarøktarfrøðing frá Heimatænastuni í Vágum

13.03.2020

Starvsfólk okkara gera sítt ítasta fyri at veita eina góða tænastu, og hava vit altíð í huganum, at vit skulu fyribyrgja allari smittu - eisini sjúkuni Corona.

Tá starvsfólk okkara koma heim til tín at veita tænastu, vilja vit hervið biðja tykkum hjálpa okkum við at fyribyrgja.

Vit vilja tí biðja teg um at tryggja, at røktarstarvsfólk okkara hevur neyðuga útgerð tøka:

  • Sápudunk, sum einans skal brúkast av okkara røktarstarvsfólkið

  • Einnýtis pappír at turka sær um hendurnar við.

Fyri at fyribyrgja smittu, skal tú fylgja hesum einføldu ráðum:

Hondreinføri:

  • Vaska hendur. Tú kanst eisini brúka hondspritt, um hendurnar eru reinar og turrar.

  • Brúka flótandi sápu.

  • Nert ikki "endarørstykkið" á sápudunkinum.

  • Turka tær hendurnar væl.

Reinføri annars:

  • Halt árendar flatur reinar, til dømis: hurahandtøk, telefonir, fjarstýringar, wc-knøtt, kranar o.s.fr.

  • Spritta handtøk um tú eigur spritt.

  • Skift handklæði og borðlappar dagliga.

  • Skýggja fólk, ið hava tekin til krím og trongd.

  • Hosta ella njósa í eingangs lummaturriklæði ella í ermuna.

  • Ver tilvitað um ikki at koyra hendurnar upp til munn, nøs og eygu.

  • Far ikki á støð, har nógv fólk hittast.

Følir tú teg sjúkan, verður tú biðin um, at seta teg í samband við kommunulæknan.

Um tað er uttanfyri vanliga arbeiðstíð, setur tú teg í samband við kommunulækna vaktina á 1870.

Jóngerð M. Nielsen
Leiðari Heimatænastan í Vágum