Tíðindaskriv frá Vesturvón: Stórfingin gáva frá Lions Vágar

Nustep Maskina

Mynd 1. Jóngerð M. Nielsen, stjóri og Dánjal Thomsen, fráfarandi Lions forseti

Mynd 2. Tróndur Fríði Tróndarson, deildarleiðari og Albert Ellefsen, forseti Lions Club Vágar

27.10.2025

Tann 9. oktobur 2025 var almen móttøka á Heiminum á Sýnini í samband við at Lions Vágar handaði Vesturvón nýggja NuStep maskinu.

Hetta er ein gáva, sum ger stóran mun.

Móttøkan byrjaði við, at stjórin Jóngerð M. Nielsen bjóðaði vælkomin. Dánjal Thomsen fráfarandi Lions forseti flutti fram røðu, og handaði gávuna. 

Røðan Dánjal helt kann lesast her:

Góðu øll,
Takk fyri, at vit í Lions Club Vágar hava fingið høvi at vera við her í dag.
Tað er altíð ein gleði at koma á vitjan her á Sýnini, og serliga, tá vit kunnu vera við til nakað, sum ger mun fyri trivnaðin hjá teimum eldru.

Vit í Lions hava altíð havt tað sum eitt høvuðsendamál at stuðla tiltøkum, sum gagna lokala samfelagnum og teimum, sum hava bygt tað upp fyri okkum.

At geva eitt sindur aftur, av tí vit hava fingið frá tykkum – tað er kjarnin í Lions-arbeiðinum.

Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, vit hava havt gleðina av at lata eina gávu til frama fyri eldri borgarar.
Vit hava áður latið millum annað eina gávu til  ”Sansarúm”. Ein av okkara fyrstu gávum til tey eldru var neyðkall-anleggið, sum gav teimum eldru og teirra avvarðandi tryggleika og samband, um á stóð.

Slík tiltøk vísa, hvussu nógv tað merkir, tá vit í felag lyfta fyri hvønn annan.
Tað er ikki altíð tey stóru tingini, men ofta tey smá, sum gera tann størsta munin.

Við hesum ”Nustep Crosstrainer” vóna vit at kunna geva eitt lítið íkast til rørslu, lívsgóðsku og gleði her á Sýnini.

Vit vita, at rørsla hevur stóran týdning – bæði fyri likam og sál – og vit vóna, at hendan gávan fer at skapa nógv góð løtur, bæði fyri tey, sum nýta hana, og fyri øll rundan um.

Eg vil eisini siga eitt hjartaligt takk til tykkum, sum arbeiða her.
Tit gera eitt ómetaliga týdningarmikið arbeiði – við umsorgan, tolni og hjarta.
Uttan tykkum hevði gerandisdagurin hjá mongum eldri sæð heilt annarleiðis út.

At enda vil eg vegna Lions Club Vágar, ynskja góða eydnu við hesi gávu. Vit vóna, at ”Crosstrainerin” fer at koma væl við, og at hon fer at skapa bæði gleði, styrki og samanhald her á staðnum.

Takk fyri, at vit fingu loyvið at vera partur av hesum.

Og takk fyri tað stóra arbeiðið, tit gera – hvønn einasta dag.

Síðani var tað Tróndur Fríði Tróndarson deildarleiðari fyri terapieindini og dagtilboðnum hjá Vesturvón, sum hevði eina framløgu. 

Hann vísti á, hvussu stóran týdning NuStep-maskinan kann hava fyri fólk, ið hava trupulleikar við knøum og mjadnum, t.d. vegna slitgikt.
Maskinan kann eisini hjálpa fólki at økja um lívgóðsku og lívstíð eftir brot í mjødnini.
Hetta ber til, tí við NuStep-maskinuni kann ein verja beinini og samstundis nýta armarnar til at fáa pulsin upp.

Móttøkan endaði við, at forsetin fyri Lions Vágar Albert Ellefsen takkaði fyri kvøldið og ynskti góða eydnu við nýggja NuStepparanum.

Vesturvón

Jóngerð M. Nielsen