Tíðaravmarkað undantaksloyvi givið til taðing

14.11.2022

Vága kommuna hevur hin 14. novembur 2022 givið Eyðanstovugarði, tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða fram til tann 15. desembur 2022.
Taða verður í Vágadali, matr.nr. 374c í Sandavági.

Undantakið er givið við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing.

Undantaksloyvið er givið við teirri treyt at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.