Tað sum verður sáað skal eisini heystast

Gularotur4

19.09.2025

Tað grør væl í vakstarhúsinum. Í vikuni hava børn úr 2. flokki á Skúlanum á Giljanesi verið og tikið upp tað, sum tey sáddu í vár. Tað var ein stór uppliving at síggja, hvussu fræini, sum tey løgdu í moldina í vár, nú eru vorðin til frískt grønmeti og annað gott.

Børnini hava lagt nógva orku og eldhuga í arbeiðið, og úrslitið talar fyri seg. Tað er stuttligt at uppliva gleðina hjá teimum, tá tey taka upp gularøtur og annað grønmeti, sum tey sjálvi hava sáað og ansað.

Myndirnar vísa væl, hvussu væl tað hevur eydnast – og eisini hvussu stórt virði tað hevur at geva børnum møguleikan at læra gjøgnum royndir og at síggja úrslitið av tí, sum verður sáað.