Størsta ferðamannaskipið sum nakrantíð hevur vitjaði Miðvágs Sandavágs havn

Myndina eigur jn.fo
25.06.2026
National Geographic Endurance legði í dag at á Miðvági. Hetta er størsta ferðamannaskipið, sum vit vita um nakrantíð hevur vitjað Miðvágs Sandavágs havn, og vitjanin er eitt úrslit av tí miðvísa arbeiðinum at fáa fleiri ekspeditiónsskip til Vágar.
Í sambandi við vitjanina vóru borgarstjórin, Bjarni Prior, og umboð fyri Visit Vágar umborð, har tey heilsaðu upp á skipara og manning. Tey fingu eisini eina rundvísing umborð og høvi at hoyra um skipið, virksemið og tær ekspeditiónir, sum National Geographic Endurance ger kring heimin.

Vitjanin er ein liður í tí arbeiði, sum Visit Vágar saman við Vága kommunu og Sørvágs kommunu hevur gjørt fyri at menna ferðavinnuna í Vágum og fáa fleiri ekspeditiónsskip at vitja økið. Endamálið er ikki at fáa stór cruiseskip, men smærri ekspeditiónsskip, sum hóska væl til okkara havnir og tær upplivingar, sum Vágar hava at bjóða. Sum partur av hesum arbeiði hava Visit Vágar og kommunurnar eisini luttikið á Seatrade Europe-messuni í Hamburg, har sambond eru knýtt við reiðarí og umboð fyri ekspeditiónsskip. Hetta arbeiðið sæst nú aftur í vaksandi talinum av skipum, sum velja at leggja leiðina til Vágar.
– Smærri ekspeditiónsskipini hóska serliga væl til Vágar. Ferðafólkini, sum koma higar, hava ofta eitt serligt áhugamál – tað kann vera søga, náttúra ella mentan – og hetta gevur okkum møguleika at vísa fram styrkirnar í økinum á ein burðardyggan hátt. Hetta er ikki bara gott fyri ferðafólkini, men eisini fyri okkara vinnulív og trivnað, tí tað skapar ringar í vatninum og gevur beinleiðis ágóða fyri smærri fyritøkur og borgarar í økinum, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.
National Geographic Endurance varð tikið í sigling í 2020 og er heimahoyrandi á Bahamas. Skipið er 125 metrar langt og 22 metrar breitt og hevur umleið 150 ferðafólk umborð. Skipið kom úr Hetlandi og fer víðari til Havnar, tá tað loysir aftur seinni í kvøld.
National Geographic Endurance er størsta skipið, sum vit vita um hevur vitjað Miðvágs Sandavágs havn, og longu nú er greitt, at skipið kemur aftur á Miðvág seinni í heyst.
Alt bendir á, at áhugin fyri Vágum sum ferðamáli er vaksandi.
Fleiri myndir av skipinum tá tað kemur inn síggjast á síðuni hjá jn.fo