Støkk-inn kanningar fyri diabetes 2 í Sandavági og Miðvági

Finn Øll Við Diabetes

02.07.2026

Komandi dagarnar verður møguleiki hjá fólki at koma til eina skjóta og ókeypis kanning fyri diabetes 2.

Kanningarnar verða:

  • Fríggjadagin 3. juli kl. 09.00–15.00 í Haraldsstovu í Sandavági.
  • Leygardagin 4. juli kl. 11.00–15.00 í Listastovuni í Miðvági.

 

Kanningin er ein partur av landsfevnandi granskingarverkætlanini Finn øll við Diabetes 2 í Føroyum, har øll, sum eru 40 ár og eldri, verða boðin at luttaka. Endamálið er at finna fólk, sum hava diabetes 2 uttan at vita tað, soleiðis at sjúkan kann verða staðfest og viðgjørd so tíðliga sum gjørligt.

Við einum blóðdropa úr fingrinum verður langtíðarblóðsukrið (HbA1c) mátað. Harumframt verða nakrar einfaldar heilsukanningar gjørdar, so sum hædd, vekt, miðju- og mjadnamát. Kanningin tekur umleið fimm minuttir, og luttakarin fær úrslitið beinanvegin. Um úrslitið gevur ábending um diabetes 2, verður víðari útgreining gjørd í samstarvi við kommunulæknan.

Steno Miðstøðin og Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum standa fyri verkætlanini í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya og Diabetesfelagið.

Øll, sum eru 40 ár og eldri, hava fingið innbjóðing í MínBoks, men tað er eisini møguligt at koma til støkk-inn kanningarnar uttan at bíleggja tíð frammanundan.