Steðga fyribils við at skriva út loyvir til jarðhitaboringar

15.06.2023

Tað hevur verið liggjandi góðveður og turkur seinastu dagarnar. Her er komið til sjóndar tey árin og ávirkan jarðhitaboring hevur við sær, tá tað verður veitt út í áir. Tí hevur kommuna gjørt av fyribils ikki at skriva út nýggj loyvir til jarðhitaboringar, til ein loysn er funnin. Tey sum hava fingið útskrivað loyvi til jarðhitaboring, verða biðin um at seta seg í samband við Vága kommunu á vaga@vaga.fo.

Bjarni Prior,

borgarstjóri