Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum á vitjan

27.05.2022

Mikudagin 25. mai var Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum við fylgi á almennari vitjan í Vága kommunu.

Tað var Bjarni Prior, borgarstjóri, ið hevði boðið landsstýrismanninum vestur á vitjan.

Tað er ein sannroynd at bústaðartrotið í Føroyum er sera stórt, eins og tørvurin á viðgerðarstovnum, bústovnum, eldrabústøðum, umframt tørvurin á umlætting o.a eisini er stórur.

Vitandi um at stórur tørvur er á bústøðum til fólk við millum annað serligum avbjóðingum og onnur, meta vit at okkara kommuna er sera væl egnað og klár at lyfta hesa uppgávuna saman við landsstýrinum og landsstýrismanninum.

Byrjað varð við brunsj á á Fiskastykkinum, har ein væl upplagdur Atli Gregersen greiddi frá søguni og framtíðarætlanina við Fiskastykkinum. Somuleiðis fekk landsstýrismaðurin eina rundvísing, áðrenn farið var inn á kommunuskrivstovuna at fundast.

Saman við umsitingin, hevði borgarstjórin fyrireikað seg væl, og kundi tí leggja ítøkiligar tankar og uppskot fram fyri landsstýrismanninum.

Lilja Thorsteinsson, arkitekt og tekniskur málsviðgeri hjá Vága kommunu, hevði gjørt eina framløgu, ið borgarstjórin legði fram, sum vísti á møguleikar fyri fjølbroyttari bygging í kommununi.

Vága kommuna ynskir at bjóða til samstarv, og við nøkrum ítøkiligum dømum sum borgarstjórin vísti á, er hettar gjørligt.

Eg haldi at tað er okkara skylda sum kommuna, at geva okkara íkast til hetta øki, og eg vil takka landsstýrismanninum fyri at koma ein túr vestur í sólina, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.