Sóljugarður og Miðgarður lata upp aftur týsmorgunin

09.06.2024

Nú tá arbeiðarafeløgini hava boða frá at undantøk verða givin til at barnagarðsstovnar kunnu verða vaskaðir og burturkast kann verða heintað, lata Sóljugarður og Miðgarður upp aftur týsmorgunin 11. juni.

Stovnarnir verða vaskaðir í morgin, mánadagin 10. juni, og eru so klárir at taka ímóti børnum aftur týsmorgunin. Leiðslurnar á stovnunum fara at geva hesi boðini beinleiðis til foreldur umvegis intranetið hjá stovnunum. Umframt boð um at stovnarnir lata upp aftur, so eru boðini eisini at matarskipanirnar á stovnunum ikki eru virknar so leingi verkfallið varar, og tí er neyðugt at børn hava matpakka við á stovn.

Undantøkini eru ikki galdandi fyri Smílikulluna, Virkishúsið og Skúlan á Giljanesi.