Sølutorgið úti á bakka – ein gomul verkætlan, sum nú sær dagsins ljós

Solutorg (1)

05.12.2025

Tað er nakað serligt við hugskotum og verkætlanum, sum hava ligið brakk – hugskot, sum kanska hava verið í gloymskuni í áravís, men sum kortini geva so mikið meining, at vit ikki kunnu sleppa teimum heilt. Sølutorgið úti á bakka í Miðvági er júst eitt slíkt dømi.

Gott tíggju ár eru liðin, síðani fyrstu fyrireikingarnar vórðu gjørdar at skipa økið sum eitt sølutorg. Ein plattur varð stoyptur, og vatn, frárensl, kloakk og el var lagt til økið. Alt lá klárt og bíðaði eftir næsta stiginum – men hóast fyrireikingarnar vóru gjørdar, kom verkætlanin ongantíð heilt á mál.

Men onkuntíð skal ikki meir enn eitt lítið skump til, áðrenn eitt gamalt hugskot fær nýtt lív. Í dag varð eitt stálborð, framleitt hjá MEST, sett á plattin – og við tí kom gongd á aftur. Fyrst í komandi ári verður yvirdekningurin settur upp, og økið verður bundið saman við øllum neyðugum hentleikum, sum longu liggja klár. So fáa veiðifólk góðar karmar at leggja sína veiðu upp á land, hagreiða og selja tá várróðurin á Norðhavinum byrjar aftur.

Eitt ynski, sum vit vilja bera víðari

Tað er væl kent, at Jens Eli Ellefsen, sáli, hevði eitt serligt ynski um júst hetta staðið. Tá sølutorgið varð gjørt klárt, ynskti hann, at har skuldi standa ein flaggstong – og tá fongurin var komin í hús, og klárt var at selja, skuldi flaggið upp. Eitt tekin um, at her var okkurt gott til keyps: fiskur, fluglur ella annað føroyskt, burðardygt og stuttflutt, sum kemur beint úr náttúruni og úr hondunum á fólki her á staðnum.

Hesin tankin er bæði vakur og sigandi: at eitt torg ikki bara er eitt stað at selja frá sær, men eisini eitt stað at siga frá. Eitt stað, sum vísir, at okkara staðbundni fongur hevur virði – bæði fyri okkum sjálvi og fyri tey, ið koma framvið. Og hesum ynskinum hjá Jens Eli hevur kommunan avgjørt at virða og bera víðari.

Ein siður, sum longu livir millum okkum

Vit vita, at áhugin er har. Fólk hava viljað selt sjógæti og annað gott, og eftirspurningurin hevur eisini verið har: “Nær kemur sølutorgið?” Umstøðurnar hava bara ikki verið til tess. Men tað broytist nú.

Tá økið stendur liðugt – við yvirdekningi, góðum umstøðum, tryggum frárensli og einum borði, sum er framleitt til júst hetta endamálið og klárar alt tað, sum føroyska veðurlagið kann kasta eftir okkum – so verður hetta eitt sølutorg, sum fer at skapa nýtt lív úti á bakka við sjóvarmálan.

Eitt stað, har tú kanst koma ein seinnapart, keypa fisk, fugl, eplir ella røtur, heilsa upp á fólk, práta eitt sindur og kenna, at lív er í bygdini og framvið keikantin.
Eitt stað, sum bæði verður praktiskt og hugnaligt.

Tá alt er klárt, verður eisini kunngjørt, hvussu tilgongdin verður fyri tey, ið vilja selja. Tað verður opið, einfalt og gjøgnumskygt. Og tað verður bæði ætlað veiðifólki og lokalum matframleiðarum, ið vilja bjóða fólki góðar og stuttfluttar vørur.