So er skráin til Undurfagra Mai 2025 tøk

FB Cover Mynd

Illustratiónir eftir Janu Jonhardsdóttir og grafisk uppseting av skrá eftir Evu Birgirsdóttir

25.04.2025

"Áh, tú undurfagri mai! Eggfult tjaldursreiður..." Við hesum vakra sangi hjá Tummasi N. Djurhuus bjóða vit í Vága kommunu vælkomin til enn innihaldsríkan mai mánaða við denti á náttúru, mentan og felagsskapi fyri allar borgarar og vitjani í kommununi.

Eftirmetingin av tiltakinum í fjør staðfesti, at Undurfagri mai verður eitt afturvendandi tiltak, har vit í felag seta sjóneykuna á tað, sum eyðkennir okkum og tað, sum kann geva okkum nýggj sjónarmið, sambond og upplivingar sum menniskju.

Í hesum mánaðinum kunnu vit gleða okkum til at uppliva alt frá tónleiki, filmi og dansi til fyrilestrar, sølutorg og náttúruupplivingar í allari kommununi. 

Næstu dagarnar verður ein skrá borin í hvørt hús í kommununi, har tiltøkini eru settu upp viku fyri viku. Men broytingar í skránni kunnu tó koma fyri, og tí er ein talgild skrá tøk á heimasíðuni hjá Vága kommunu – ovast á breddanum. Hon verður javnan dagførd um so er at broytingar í skránni koma fyri. Harumframt er eisini ein Facebook-síða og ein Iinstagram-síða, sum verða dagførdar við tiltøkum og myndum. Fylg hesum síðum, ella skránni á heimasíðuni hjá kommununi, so fært tú alt við.

Takk til tykkum, sum skipa fyri, fremja, hýsa og luttaka – uttan tykkum var hetta ikki møguligt.

Við ynski um ein Undurfagran mai!

Bjarni Prior,

borgarstjóri

Undurfagri Mai skrá