So er gongd komin á

18.11.2022

Mikudagin var licitatión á kommunuskrivstovuni í Sandavági. Býráðið hevur boðið út arbeiðið at umvæla og gera broytingar á norðara enda av Nýggjavegi.

Tað komu 4 tilboð inn til licitatiónina.

Grevstur og Planering v/ Eggaba Andreasen         Kr. 1.256.970,00

Sp/f Maskingrevstur v/ Allan H. Hansen                  Kr. 1.263.700,00

Erhard Dam                                                                   Kr. 1.285.700,00

Sp/f Deskon v/ Dánial Johansen                                 Kr. 2.809.382,40

Umsitingin fer nú at kanna tilboðini og leggja tey fyri býráðið til støðutakan.

Tað gleðir býráðið, at hendan gamla verkætlanin við Nýggjavegi endiliga fer at koma á mál. Væntandi byrjar arbeiðið uppá Nýggjaveg fyrst í komandi ári.