Seinsummardagurin í Sandavági um vikuskiftið

2026

21.08.2026

Leygardagin 22. august skipar Sandavágs Ítróttarfelag aftur fyri vælumtókta Seinsummardegnum, har bygdin savnast um ítrótt, tónleik, matsølu og hugnaliga samveru.

Seinsummardagurin byrjar longu í dag, fríggjadagin 21. august, við súkklukapping fyri børn. Í hesum sambandi verður vegurin inni í Sandavági, frá Nullinum til Bartalsstovuhandilin, stongdur fyri ferðslu frá klokkan 17.00 til 19.00.

Sjálvur seinsummardagurin er leygardagin, og tá er ein fjølbroytt skrá frá morgni til midnátt. Dagurin byrjar við dipping og morgunmati, har Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, bjóðar vælkomin.

Restina av degnum verður millum annað sølutorg, spælipláss, barnaundirhald, Húsafellsrenning, pilgrímsferð, kirkjukonsert og matsøla. Um kvøldið verða konsertir og dansur í tjaldinum.

Við skránni er lagt upp til ein fjølbroyttan dag, har børn, ung og vaksin kunnu hugna sær og vera saman um felags upplivingar. Øll skráin kann síggjast við at klikkja her.

Nærri kunning um ymisku tiltøkini sæst á Facebook-síðuni hjá Sandavágs Ítróttarfelag.