Seinna helvt av Virkin oktober – við fjølmentan í miðdeplinum

Skra Online Endalig

16.10.2025

Nú er seinna helvt av Virkin oktober farin av bakkastokki, og enn eru fleiri áhugaverd tiltøk á skránni, sum leggja dent á trivnað, fjølmentan, samveru og sálarliga heilsu í kommununi.

Á skránni eru millum annað ein søguløta á Fiskastykkinum leygarmorgunin 18. oktober kl. 11, har sjónleikarin Bárður Persson lesur søgur fyri børnum og familjum, og eitt eldratiltak í bygdarhúsinum í Miðvági mikumorgunin 22. oktober kl. 10, har Eldraráðið og Vága kommuna bjóða til morgunmat, felagssang og eitt frískligt innslag frá Páli Weihe.

Fjølmentanarvikan byrjar við samanskotsgildinum Potluck í bygdarhúsinum í Miðvági fríggjakvøldið 24. oktober kl. 18.00, har fólk koma saman at deila mat og samveru tvørtur um mentanir. Seinni sama kvøld, kl. 21.00, verður Pubquiz, har bæði føroyingar og tilflytarar kunnu royna seg við í eini hugnaligari og stuttligari spurnarkapping. Quizin er óformell og fevnandi – eitt kvøld við felagsskapi og lærdómi, har vit hittast tvørtur um mál og mentanir.

Leygarkvøldið 25. oktober kl. 20.00 verður høvi at uppliva Ragnar Finsson í Listastovuni. Tónleikurin hjá Ragnari snýr seg um menniskju, kenslur og samband, og gevur rúm fyri bæði stillum løtum og stórum kenslum – eitt kvøld, har tónleikur og fjølmentan møtast í einum felags anda.

Tey mongu tiltøkini vísa, at tað at skapa eitt fjølment samfelag krevur bæði opinleika og samstarv. Tí fevnir fjølmentanarvikan í Vága kommunu bæði um virksemi á kommunalu stovnunum og um almenn tiltøk, har borgarar kunnu hittast tvørtur um málslig og mentanarlig mørk. Við hesum vilja vit víðka sjónarringin, styrkja samanhangin og menna møguleikarnar fyri at liva og virka saman í kommununi.

Seinasta tiltakið í mánaðinum verður Ímillum mál og mentan(ir) á bókasavninum í Skúlanum á Giljanesi hóskvøldið 30. oktober kl. 19.00. Tiltakið varpar ljós á Føroyar sum eitt fjølmentanarligt samfelag, við óformellum sofaprátum, har tilflytarar deila søgur um kríggj, kærleika, karrieru, konfliktir og samleika. Eisini verður tónleikur við Lenu og Niclasi, og Lena – sum hevur búð stóran part av lívinum uttanlands – fer eisini at sessast í sofuna til eitt prát. Petra Olsen leiðir okkum gjøgnum kvøldið. Høvuðsmálini verða føroyskt og enskt, og onkur verður til staðar, ið kann tulka um tørvur er á tí.

Við Virkin oktober vilja vit í Vága kommunu minna á, at trivnaður og fjølmentan ganga hond í hond – og at vit øll kunnu gera nakað hvønn dag fyri at byggja eitt samfelag, har øll hava pláss og øll kunnu gera sítt íkast.