Samstarvsavtala undirskrivað: Newton Føroyar verður sett á stovn

Sigurð L. Lamhauge, sjóri í IRF, Bjarni Prior, borgarstjóri, Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum og Eyðun Gaard, stjóri í Nám.
14.09.2026
Vága kommuna, IRF, Undirvísingarstýrið og Nám undirskrivaðu í síðstu viku eina samstarvsavtalu, um at seta á stovn Newton Føroyar — fyrsta Newton-rúmið í Føroyum.
Endamálið við Newton Føroyar er at menna og reka eitt læringastilboð innan STEM — náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði. Tilboðið verður ókeypis og opið fyri skúlanæmingar úr øllum landinum. Newton-rúmið verður staðsett í nýggju panthøllini hjá IRF í Sandavági.
Um Newton-konseptið
Eitt Newton Rúm er eitt serútgjørt undirvísingarumhvørvi, har næmingar arbeiða royndarbaserað við veruligum avbjóðingum, har teori og praktiskt arbeiði ganga hond í hond, og næmingarnir kanna, royna, máta og loysa uppgávur við framkomnari útgerð. Newton-rúmið kemur ikki í staðin fyri vanligu undirvísingina í skúlunum, men er eitt ískoyti, sum skúlaflokkar kring landið kunnu vitja sum part av teirra undirvísing.
Newton-konseptið er mennt av norska felagsskapinum FIRST Scandinavia, sum eisini stendur fyri einum altjóða Newton-netverki. Sambært ársfrágreiðingini fyri 2025 hevur skipanin nátt umleið 609.000 børn og ung í 19 londum. Newton Føroyar verður fyrsta Newton-rúmið í Føroyum og verður, sum hini Newton rúmini í netverkinum, staðbundið og rikið við lokalari ábyrgd.
Skipan og ábyrgd
Newton Føroyar verður í fyrstu atløgu rikið sum ein verkætlan, við eini samstarvsnevnd sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av verkætlanini, umsitur fíggjarligan stuðul og tekur avgerðir í viðurskiftum, sum viðvíkja Newton Føroyar. Umsitingin av Newton rúminum kemur at liggja hjá Skúlanum á Giljanesi.
Avtalan er galdandi í trý ár, og verður longd sjálvvirkandi í tvey ár, um ongin partur sigur avtaluna upp.
Tey sum undirskrivaðu samstarvsavtaluna vóru Bjarni Prior, borgarstjóri, Vága kommuna, Sigurd L. Lamhauge, stjóri, IRF, Hjalmar Hansen, stjóri, Undirvísingarstýrið og Eyðun Gaard, stjóri, Nám.