Sámal heiðraður fyri lívslangt virki

Krutl 0571

11.05.2026

Gott kvøld øll somul.

Ah je, sum eg havi glett meg til hetta kvøldið. Vit hava tosað um at gjørt hetta í fleiri ár — og nú standa vit so her.

Tað eru summi fólk, sum bara altíð hava verið har.

Soleiðis er tað við Sámal Ravnsfjall.

Í meira enn hálva øld hevur hann verið ein partur av føroysku tónleikamentanini. Ein partur av veitslum, festivalum, náttarlívinum, arbeiðsdegnum, biltúrum og góðum kvøldum kring alt landið.

Og nógv okkara minnast helst fyrstu ferð, vit hoyrdu hann.

Kanska til dans í bygdarhúsinum.
Kanska til midnáttarsang á Ólavsøku.
Kanska á einum festivali.
Kanska seint eitt kvøld við gittara og einum góðum sangi.

Tí tað er nakað heilt serligt við Sámal.

Hann hevur ongantíð havt tørv á stórum effektum ella fínari innpakking. Tað hevur altíð bara verið hann sjálvur. Ein guitarur. Ein rødd. Og góðir sangir.

Og tað hevur verið meira enn nokk.

Sámal er ein av teimum tónleikarunum, sum hevur spælt nærum allastaðni. Á hvørjum tanga í Føroyum — og nógvastaðni uttanlands eisini. Hann hevur staðið á stórum pallum og í smáum rúmum, og tað riggar líka væl bæði støð.

Tað kennist ofta, sum um hann bara setir seg niður og syngur fyri fólki.

Og sangirnir eru vorðnir partur av okkum øllum.

“Á trappuni hjá Lenu”.
“1001 nátt”.
“Medistari í karry”.
“Húsabrekkublues”.

Hetta eru ikki bara sangir, sum fólk lurta eftir.

Vit duga teir uttanat.
Vit syngja teir av fullum hjarta.

Eg minnist einaferð fyrst í 2000’unum. Vit høvdu verið í bygdarhúsinum — um tað var til dans ella brúdleyp, tað minnist eg ikki longur. Men á veg heim fylgdust Haldor Joensen og eg við Sámali, og endaðu inni á gátt hjá honum.

Har sótu vit og hugnaðu okkum og prátaðu um leyst og fast, tá Sámal fór at greiða frá einum nýggjum sangi, sum teir akkurát høvdu spælt inn. Sangurin æt “1001 nátt”. Hann setti eina demo-fløgu á og spældi hann fyri okkum.

Og so segði Sámal, við fullari vissu:
“Hasin sangurin verður størri enn Fagra blóma hjá Poul F.”

Tað vóru stór orð at siga.

Men nú, gott 25 ár seinni, mugu vit bara staðfesta, at Sámal fekk rætt.

Og enn í dag síggja vit ung fólk syngja við til sangir, sum eru nógv eldri enn tey sjálvi. Tað er kanska besta prógvið upp á, at tónleikurin rakar fólkið — og verður fólkaogn.

Sámal hevur ofta verið kallaður fyrsti føroyski trubadururin.

Og tað er ikki uttan orsøk.

Úti í heimi hava fólk sum Bob Dylan og Bruce Springsteen givið rødd til vanlig fólk, politikk, arbeiðslív og samtíðina hjá teimum.

Soleiðis hevur Sámal eisini verið hjá okkum.

Hann er okkara egna verkamannaskald.

Tí hann hevur altíð havt nakað fólksligt og ektað yvir sær. Nakað, sum rakar beint inn. Hann hevur givið føroyska gerandisdegnum orð og tónar.

Og saman við Jóan Jakku og Vágaverki skapti hann eisini nakað heilt serligt.

Vágasoundið.

Eitt ljóð, sum bara hoyrir heima her hjá okkum.

Vegna Vága kommunu er tað mær ein stórur heiður at handa Sámal Ravnsfjall hetta heiðursbræv fyri lívslangt virki.

Takk fyri sangirnar.
Takk fyri røddina.
Og takk fyri allar løturnar gjøgnum meira enn hálva øld.