09.05.2025
Ruddingardagur leygardagin
Leygardagin 10. mai verður árligi ruddingardagurin í Vága kommunu. Kommunan bjóðar morgunmat í bygdarhúsinum, og tá vit eru liðug at rudda, verður disko suppa og drekkamunn í Virkishúsinum, og har verður eisini kreativ verkstova fyri børn. Plantupakkar at fáast í Vakstarhúsinum.
Skráin fyri dagin:
Ruddingin
Øll eru vælkomin at rudda har, tey sjálvi ynskja – bæði í nærumhvørvinum og aðrastaðni í kommununi. Vit heita á øll um at seta ruskposarnar á tey avmerktu økini á kortinum, so tað verður lætt hjá arbeiðsfólki hjá kommununi at heinta seinni.
Ruddingardagurin er partur av Undurfagra Mai, ein dagførd skrá kann takast niður her.