Rottar – døgurðin er serveraður

Matleivdir eru hátíðardøgurði hjá Rottar

07.10.2021

Har matleivdir, og lívrunnið burturkast annars, sløðist í náttúruni, har stórtrívast rotturnar!

Tí er tað av stórum týdningi, at matleivdir ikki verða tveittar út í náttúruna. Gevur tú fuglum, so gev bert so mikið sum teir eta eftir einari løtu. Tá seyður ella onnur dýr fáa, skal fóðrið ikki sløðast um økið og skal verða uppi hvørja ferð givið verður.

Tá ruddað verður út og pláss gjørt fyri t.d. nýggjum eplum ella frá slakti, er týdningarmikið at burturkastið fer á umhvørvisplássið og ikki niðan í Vágadal ella aðrastaðni út í náttúruna.

Einans hoyggj, greinar og annað frá havanum ella avgrevstur frá bygging kann koyrast niðan í Vágadal.

Fleiri upplýsingar um hvussu vit saman týna rottuna, so hon ikki fjølgast, kann lesast á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni her: https://www.us.fo/Default.aspx?ID=13987