Røðan hjá Mirjam Kjølbro, leiðara til 10 ára hátíðarhaldi hjá Miðgarði

01.10.2021

Í samband við 10 ára dagin hjá barnagarðinum Miðgarði, hava starvsfólkini, saman við børnunum á stovninum, skipa fyri stórslignum hátíðarhaldi alla vikuna.

Í dag, 1. oktober er almenni føðingardagurin hjá Miðgarði og hann verður hátíðarhildin saman við børnunum á stovninum.

Umframt at ymiskir stovnar og onnur hava verið á vitjan, var eisini opið hús mikudagin 29. septembe, har øll áhugaði vóru boðin at koma at síggja stovnin og hátíðarhalda 10 ára dagin saman við teimum. Mirjam Kjølbro, leiðari bjóðaði vælkomin og helt røðu ið kann lesast her:

Góðan dag og vælkomin í Miðgarð. Tað gleðir okkum at síggja so mong, sum eru komin at hátíðarhalda dagin saman við okkum. Vit hava alla vikuna hátíðarhildið, at Miðgarður nú eru 10 ár. Vit hava haft nógvar gestir, børn frá skúlanum, Alvalon og Sóljugarði. Eldri frá Ivanshúsið, Undirhúsið og Yvirhúsið.  Og í dag ynsktu vit at bjóða bygdafólki inn.

Skráin í dag er henda.

Aftaná meg kemur Bjarni Prior, borgarstjóri at halda røðu.

Síðani kemur Stine Jakobsen, námsfrøðingur at siga frá tilgongdini til bókstavsyrkingar sum vit hava gjørt saman við børnunum.

Síðani verður drekkamunnur at fáa inni í barnagarðinum, í stóra køki og høvi at síggja bókstavyrkingarnar og stovnin annars.

Tá vit fyri 10 árum síðan fluttu niðan í Miðgarð, so vistu vit, at vit fingu teir allarbestu karmarnar fyri ein barnagarð, kanska teir bestu í landinum, og tað halda vit enn. Vit vóru so glað um henda nýggja stovn, sum longu hevði fingið arkitektaprís í Las Vegas, og vit ynsktu at hann skuldi verða tann allarbesti barnagarðurin fyri børnini at ganga í.

Miðgarður er staðsettur mitt í bygdini, og náttúran rundan um er okkara spælipláss. Tætt við fjall og fjøru, viðarlund og áir. Túr oman á sand, niðan í brotna húsið út móti Oyrum at spæla. Niðan til fjósið hjá Henga, túr út á Dal og niðan í Miðportur at keypa ís. Niðan í Hýsisá at spæla í ánni, læra um blómurnar og fuglarnar. Vit ynskja, at leggja upplivingar niður í børnini, at tey læra sín heimstað, søgu og uppruna at kenna, og verða góð við sína bygd.

Eg ynski at takka tykkum bygdarfólkum, fyri at rúma okkum tá vit eru úti í bygdini. Eitt smíl og eitt lítið prát tá vit møta tykkum. Vit føla at vit eru partur av bygdarlívinum, vit sleppa at lána Beitishúsini tá vit vilja dansa føroyskan dans, vit vitja Ivanshús, vit brúka høllina í skúlanum, eta breyð í auluni og vitja bókasavni. Vit eru har tá grindaboð er, úti á keiini og seta krabbarúsur, og tá Katrin Jóhanna liggur við kei, sleppa vit umborð at vitja. Tá heystfjøllini verða gingin vitja vit rættina, og at hyggja í onkran kjallara tá flett verður. Á jólum fara vit í kirkjuna til jólagudstænastu. Á henda hátt, eru vit ein partur av bygdini, og bygdin verður ein partur av okkum. Gevandi er hjá okkum og børnunum at møta blíðum fólkum í bygdini.

Eisini vil eg takka Vága kommunu, politikarum og fyrisiting, at tit vóru visioner, tá tit lótu Miðgarð byggja fyri 10 árum síðan. Hóast nógv hildu hann var alt ov stóran og dýran tá. Og at vit altíð merkja tykkara stuðul og vilja til samstarv. At tit næstan altíð eru jalig tá vit koma við okkara hugskotum, so sum matarskipan og annað sum vit kunnu finna uppá. Eisini pallin eru vit takksom fyri, hann hava vit leingi ynskt okkum, og hava vit nú fingið pallin til okkara føðingardag.

Ikki minst vil eg takka okkara dugnaligu fakligu starvsfólkum, sum starvast her í Miðgarði, sum síggja tað sum sína fremstu uppgávu, at geva børnunum tað besta hvønn tann einasta dag, fyri at tryggja at børnini trívast og mennast á besta hátt, og at tey fáa eitt gott barnalív, meðan tey eru her hjá okkum. Barndómin tekur barnið við sær víðari í lívinum.

Temaið á føðingardagsvikuni er ælabogin sum umboðar okkara virkisætlan:

  • At skapa eitt opið og rúmligt umhvørvi á stovninum
  • At børnini møta lurtandi vaksnum
  • Vit vilja glað, lærandi og spælandi børn.

Børnini sungu sangin hjá Niclas Heri Jákupsson, sum hann gjørdi til Barnafagnaðin hjá Vága kommunu í 2015.

“Tá tað er sól og tað regnar, hygg upp í skýggini tá, skaparin á himmalin teknar og minnir okkum øll á, at eingin er eins her á foldum, at øll eru ymisk, men tó, ein ælabogi rúmar jú øllum, tí syngja vit so glað og so góð.

Ein ælabogi er ikki heilur, um hann bara manglar ein lit. Vit vilja virða hvønn annan, tí ælabogin – hann eru vit!”

Vit vilja læra børnini, at vit eru ymisk, men øll hava sama virði, og vit skulu vera góð við hvønn annan. Duga at vísa næstakærleika. Stovurnar hava fingið hvør sín lit í ælaboganum. Føðingardagsvikan eru uppbygd um hetta tema.

Í Miðgarði ynskja vit framhaldandi at vera besti barnagarðurin hjá børnunum at vera í, við dugnaligum fakfólki, har barnið fær ment síni íbornu evnir og førleikar, undir egnu fortreytum, saman við øðrum.

Til síðst vil eg enda við sitatinum hjá Ann Åberg í Lurtandi Pedagogik, sum vit hava gjørt til okkara:

Onkur veit kanska, hvat eitt barn er, men eingin veit, hvat tað kann verða til.  Onkur veit kanska, hvat ein barnagarður er, men eingin veit, hvat hann kann verða til. Onkur veit kanska, hvat heimurin er, men eingin veit, hvat hann kann verða til.