Røðan hjá Herborg H. Gaardlykke til ferniseringina av Bittersweet

© Haldur Suni Johansen

13.08.2022

Gott kvøld øll tit.

Eg vil byrja við at siga takk fyri innbjóðingina, og takk fyri, at eg sleppi at luttaka til eina nýggja byrjan í Listastovuni, og ikki minst tillukku til tykkum í nevndini. Eg eri vegna Mentanar- og trivnaðarnevndina í Vága kommunu biðin um at siga nøkur orð her í kvøld.

Vanliga hevði eg nokk takka nei til at halda slíka røðu. Tí hóast eg eri í býráðnum og siti í Mentanar- og trivnaðarnevndini, og eg kanska tosi nógv tá eg komi ígongd, so er hetta, at standa frammanfyri eini fjøld, ikki nakað eg vanliga geri mær í.

Men samstundis, so uggi eg meg við, at tað kanska heldur ikki er so vanligt at 21 ára gomul halda slíkar røður, ella eru virkin í kommunal politikki. So eg eri errin fyri tað álit tit hava víst mær.

Sum býráðslimur gleðist eg, tá ið eg síggi menning er í okkara umhvørvi. Men ikki bara tí gleðist eg um hetta, tí júst við hesum nýstovnaða felagnum Listastovan er nakað nevningarvert, tí tit eru mannaði av ikki bara einum, men fleiri tilflytarum. Fólki sum eru flutt til Føroya, og hava búsett seg júst her í kommununi. Fólki sum koma her vegna maka, og eisini fólki sum bara eru her, tí tit av onkrari orsøk valdu at búseta tykkum í Vága kommunu. Ikki tí, eg skilji tykkum ómetaliga væl, tí eg elski sjálv at búgva her, og eg gerist errin og glað yvir, at onnur eisini gera tað, og ikki minst tí at tit tíma at leggja tykkara orku í og geva tykkara íkast til, at ríka okkara kommunu við mentan og list á nógvan ymiskan hátt. Takk fyri tað!

Sjálv minnist eg Listastovuna sum mítt “happy place”, tá eg sum lítil vitjaði við dagrøktarumammu míni, tá vit av og á samlaðust her til spæl og drekkamunn. At eg so sjálv nú standi her, nøkur ár seinni, og sleppi at siga nøkur orð, vísir eisini hvussu nógv júst hetta staði hevur rúma ígjøgnum ár og dag, og teimum møguleikum fyri menning og vøkstri her í Listastovuni.

Men tað, sum vit eru her fyri at síggja í dag, eru tvær ungar kvinnur, sum eru her fyri at vísa okkum nakað, sum er nakað heilt annað enn tað ið eg minnstin staðið fyri frá mínum uppvøkstri. Hetta eru tvær kvinnur, sum ístaðin fyri at bera fram sín boðskap ígjøgnum røður og politikk, sum eg, gera tað ígjøgnum list. List uppá tveir heilt ymiskar mátar, men á sama hátt. Og tað sum hugtekur meg hvørja fer eg síggi slíkt er, hvussu vakurt mann kann lýsa ein veruleika. Hvussu ein mynd av tí vit kenna, kann siga so nógv meira enn tað vit síggja. At veruleikar, ið nógv stríðast við í gerandisdegnum, kunnu vendast til nakað vakurt, har vit kunnu steðga á eina løtu, og bara njóta tilveruna og vakurleikan.

Ja faktiskt, so yngsti eg, aftaná hvørja summarferiu í fólkaskúlanum, at eg fór at verða ein, sum dugdi at orða meg á annan hátt, enn bara at tosa alt ov hart. Tí, eg var so troytt av altíð at fáa skyldina fyri tos og prát, bara tí eg snakkaði hart. Men seinni lærdi eg tíbetur, at mann kann finna sínar styrkir við tí sum mann hevur, heldur enn at ynskja sær tað mann ikki hevur. Og júst tí eri eg glað fyri, at vit í Vága kommunu hava eitt stað sum Listastovuna, har vit geva pláss fyri listarligum hugflogi at spretta við teirra styrki soleiðis, at vit saman, eru eitt stig nærri at menna eitt stað fyri øll í Vága kommunu.

Til seinast vil eg takka Miu og Janu fyri, at tit seta fokus á umráðandi samfelagsviðurskifti við tykkara list. Takk fyri at ti leggja dent á krops positivitet, og at vísa veruleikan aftanfyri poleraðu myndina av kvinnukroppinum. Takk fyri at tit læra okkum, at seta prís á tann vakurleika vit hava í Føroyum, og at fara betur um okkara frammanundan viðkvomu náttúru. Og eisini ein tøkk til øll tykkum, sum ígjøgnum eitt langt tíðarskeið, hava lagt tíð og orku í, at skipa fyri tiltøkum her í Listastovuni. Takk fyri!

At enda skal eg boða frá, at listaframsýningin nú alment er latin upp, og eg vóni vit øll kunnu geva ungu kvinnunum eina góða uppliving her í Listastovuni, og njóta listina saman.

Herborg H. Gaardlykke,

býráðslimur

*************

Listaframsýningin Bittersweet í Listastovuni er opin hvønn dag fram til 25. august.

Mánadag til fríggjadag kl. 15.00 til 17.00

Leygardag og sunnudag kl. 13.00 til 17.00