Røðan borgarstjórin helt til opið hús í Haraldsstovu

Krutl 1424

25.05.2026

Góðu tit øll – hjartaliga vælkomin.

Í dag er ein góður dagur. Ikki bara tí vit lata dyrnar upp til nýggj og umvæld høli í Haraldsstovu, men tí hetta er ein verkætlan, sum hevur verið ávegis í nógv ár.

Leingi hevur verið tosað um tørvin á einum staði, har hugskot kunnu vaksa, har fólk kunnu hittast tvørtur um vinnur og fakøki, og har nýggj átøk kunnu fáa fótafesti. Nú eru vit komin hagar, at tann tankin veruliga byrjar at taka skap.

Haraldsstova er ein ikoniskur bygningur mitt í hjartanum í Sandavági. Gjøgnum tíðina hevur nógv ymiskt virksemi verið í húsinum, og nógv fólk hava havt sína gongd her. Tí gleðir tað meg serliga nógv, at húsið nú aftur fær nýtt lív og nýtt innihald – mitt í bygdini.

Við Íverksetarahúsinum vilja vit skapa meira enn bara skrivstovupláss. Vit ynskja at skapa eitt livandi umhvørvi fyri nýskapan, samstarv og menning. Eitt stað, har fólk kunnu arbeiða, sparra, deila hugskot og kanska leggja lunnar undir framtíðar fyritøkur og arbeiðspláss í Vága kommunu.

Vinnumenning hevur stóran týdning fyri eina kommunu sum okkara. Skal ein kommuna mennast og vera livandi, krevur tað eisini, at nýggj hugskot fáa møguleika at vaksa fram. Tað eru ofta smá hugskot og lítil átøk, sum við tíðini gerast til fyritøkur, arbeiðspláss og nýggjar møguleikar fyri bæði fólk og lokalsamfelagið.

Men vinnumenning snýr seg ikki bara um arbeiðspláss og búskaparligan vøkstur. Eitt virkið og fjølbroytt vinnulív er eisini við til at skapa trivnað, lív og virksemi í einum samfelagi. Tað skapar ringar í vatninum – langt inn í kjarnuna í samfelagnum hjá okkum.

Tí hevur tað eisini týdning, at vit sum kommuna tora at hugsa langsiktað og skapa karmar, sum gera tað lættari hjá fólki at royna nýggjar leiðir. Tað snýr seg ikki bara um vinnu í klassiskum týdningi, men eisini um trivnað, tilflyting, virkishug og eitt samfelag, har fólk kenna, at tað ber til at skapa nakað.

Vit hava nógv dugnalig fólk, nógv tilfeingi og nógv góð hugskot her vesturi. Men í nógv ár hava vit manglað eitt veruligt umhvørvi fyri íverksetan. Við Haraldsstovu taka vit nú eitt týðandi stig ímóti at skapa júst hesar karmarnar.

Samvirkanin millum fólk og íverksetarar, sum kunnu sparra, hjálpa hvørjum øðrum og deila vitan, er ofta júst tað, sum skapar nýggjar møguleikar. Tað økir um kreativitetin, stimbrar virkishugin og er við til at menna nýggj hugskot til nakað veruligt.

Eg haldi, at júst hetta húsið hevur potentialið at gerast eitt slíkt stað. Eitt stað, har fólk hittast, samstarv sprettur, og har nýggj hugskot kunnu mennast til nakað veruligt.

Eg vil takka øllum teimum, sum hava arbeitt við verkætlanini gjøgnum árini – teimum sum hava trúð upp á hugskotið, teimum sum hava verið við í fyrireikingunum, og teimum sum hava lagt arbeiði í at fáa húsið klárt.

Og so vil eg ynskja øllum teimum, sum fara at brúka húsið framyvir, góða eydnu. Vit vóna, at Haraldsstova verður eitt stað við lívi, hugskotum og virksemi í nógv ár frameftir.

Hjartaliga takk – og vælkomin inn.