Preia kommununa

17.11.2020

Síðstu árini er kommunan vaksin nógv á tekniska økinum og hetta krevur góða stýring. Fyri kortum tók kommunan í brúk nýggju viðlíkahaldsskipanina Drift Web. Henda skipan ger tað møguligt at stýra øllum viðlíkahaldi hjá kommununi. Allir vegir, maskinur, bygningar og tekniskar leiðingar o.a. verður nú lagt inn í skipanina og í eina fasta legu.

Nú kunnu borgarar hjá Vága kommunu lætt geva kommununi eitt prei um kommunal viðurksifti í tørva ábøtur ella viðlíkahald. Nýggja viðlíkahaldsskipanini ger, at tað er tað lætt og ómakaleyst hjá borgarum at boða frá og fylgja við hvussu arbeiðið gongur.

Preia kommununa við at klikkja á her.

Møguligt er eisini at taka niður eina app og beinleiðis preia kommununa tá tú t.d er úti og gongur túr.

Appin kann takast niður her. Tá komið er inn á appina ber til at velja Vága kommunu.

Til Android

Til iPhone