08.05.2025
Leygardagin bjóðar Vága kommuna øllum borgarum at vitja vakstrarhúsið frá kl. 14.00 til 16.00 og fáa ein plantupakka úr egnari framleiðslu. Allar planturnar eru sáddar og røktar av okkara egnu starvsfólkum í vakstarhúsinum – ein rein lokal framleiðsla, sum vit eru errin av.
Hvørt húski fær:
Plantur í boði:
Vel 5 av hesum urtum:
Ger várið grønari – og Vága kommunu við!
Plantupakkarnir eru eitt boð upp á, hvussu vit saman kunnu lívga um og seta lit á okkara nærumhvørvi. Vit ynskja at eggja fólki at planta og dyrka – tað kann vera í urtagarðinum, í krukkum á altanini ella í einum vindeygakarmi.
Tú fært ikki bara eina plantu og góðar urtir – tú ert við til at skapa ein grønari, vakrari og meira sjálvberandi Vága kommunu.
Allar planturnar eru sáddar og dyrkaðar her í kommununi av okkara egnu starvsfólkum – uttan flutning langvegis frá og og uttan at brúka tilgjørd evnir í framleiðsluni. Hetta er rein lokal framleiðsla, har vit brúka okkara egnu tilfeingi og vitan.
Tá tú heintar tín plantupakka, ert tú við til at byggja upp eina grøna, livandi og sjálvberandi framtíð fyri Vága kommunu – planta fyri planta.
Tað eru ikki óavmarkaðar nøgdir av hvørjari plantu, so tað eru tey sum koma fyrst sum fáa inntil tað er uppi. Havi egnan posa við til planturnar. Heitt verður á øll, sum koma við bili, um at parkera omanfyri vakstrarhúsið og ikki við høvuðsvegin.