Petra Olsen sett sum integratiónssamskipari fyri kommunurnar í Vágum

Petra Olsen

02.07.2026

Vága kommunu og Sørvágs kommunu hava tikið avgerð um at seta Petru Olsen sum integratiónssamskipara.

Talan er um eitt tíðaravmarkað verkætlanarstarv. Petra byrjar í stavinum 1. august 2026.

Petra Olsen hevur drúgvar royndir innan integratión og undirvísing. Síðani 2020 hevur hon undirvíst tilflytarum í føroyskum sum annaðmál (FSA), og hon er millum tey fáu í Føroyum, sum hava serliga útbúgving innan undirvísing av vaksnum tilflytarum í føroyskum.

Gjøgnum sítt arbeiði hevur Petra verið ein av teimum fyrstu, sum nógv nýkomin hava møtt á síni leið inn í føroyska samfelagið. Hon hevur tí eina greiða fatan av teimum avbjóðingum og møguleikum, sum fylgja við tí at flyta til Føroya, og hevur drúgvar royndir við at vegleiða og stuðla tilflytarum í bæði málmenning og gerandisdegnum. Hesar royndir geva henni eitt gott grundarlag fyri at menna og samskipa integratiónsarbeiðið í Vágum.

Kommunurnar báðar fegnast um at at kunna seta Petru í starv og ynskja henni blíðan býr.