10.10.2025
Vága kommuna hevur fingið framleitt og sett upp tríggjar kassar við pétanque-settum, sum hanga við fótbóltsvallirnar í Sandavági, Miðvági og Vatnsoyrum. Í kassanum liggur alt, sum krevst fyri at spæla Pétanque – og á lokinum er ein stutt vegleiðing, so tað er bara at taka kúlurnar og fara á vøllin at royna spælið.
Loyniorðið til kassarnar er 112. Tað er ikki loyniligt, men tryggjar, at kassin ikki stendur opin, tá eingin spælir. Vit heita á øll um at leggja kúlurnar aftur í kassan, tá tit eru liðug, soleiðis at øll fáa gleði av spælinum.
Soleiðis spælir tú pétanque
Pétanque er lætt at læra og hóskar seg bæði til børn og vaksin. Spælið krevur bæði taktikk og eitt sindur av hepni, og gerst tí bæði spennandi og hugnaligt. Tað gevur okkum møguleikan at flenna, kappast og minnast til barnið í okkum sjálvum – og er eitt gott dømi um ABC fyri sálarliga heilsu í praksis:
Leygardagin 11. oktober kl. 14 verður skipa fyri eini pétanque-meistarakapping millum bygdirnar í Vágum á fótbóltsvøllinum í Miðvági. Vága kommuna og Sørvágs kommuna standa saman um at seta hol á eina nýggja og hugnaliga siðvenju, sum vónandi verður afturvendandi.
Øll eru vælkomin at koma at stuðla, royna spælið og njóta ein drekkamunn – vit bjóða kaffi, kaku og sunkist til børnini.
Michael Gram greiðir frá spælinum og syrgir fyri, at allar reglur verða hildnar.
Við pétanque vilja vit skapa fleiri møguleikar fyri rørslu, samveru og trivnaði í nærumhvørvinum.