Opið hús í Haraldsstovu sunnudagin 24. mai kl. 14.00

20.05.2026
Sunnudagin 24. mai verður opið hús í Haraldsstovu í samband við listaframsýningina Skap. Samstundis verður høvið at síggja umvældu hølini, sum nú eru klár at taka í brúk sum komandi íverksetarahús í Vága kommunu.
Framsýningin Skap er partur av Undurfagra mai og verður skipað í samstarvi við kvøldskúlan í Vága kommunu. Ætlanin er at Skap verður eitt afturvendandi tiltak og er tankin at Skap hevur fastan karm, men skiftandi innihald frá ári til ár, har ein listafólk arbeiðir við einum ávísum evni saman við luttakarum fram ímóti eini felags framsýning.
Í ár er tað listakvinnan Randi Samsonsen, sum stendur fyri verkætlanini við evninum Fløskur. Á verkstovu fyrr í mai arbeiddu luttakarar við at binda fløskur í ymiskum skapum, litum og mynstrum — bæði flatar og trídimensionalar. Verkini taka støði í okkara gerandisligu relatión til fløskur og plastikk, og hvussu hesi objektini eru vorðin ein sjálvsagdur partur av nútíðarsamfelagnum.
Samstundis sum framsýningin letur upp, verður eisini høvið hjá almenninginum at síggja umvældu hølini í Haraldsstovu, har arbeiðið við einum íverksetarahúsi nú veruliga tekur skap.
Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at dagføra og umvæla hølini, og næsta stigið verður nú at innrætta og skapa eitt livandi arbeiðs- og íverksetaraumhvørvi í hjartanum í Sandavági. Møblarnir eru bílagdir, og arbeiðið við innrættingini heldur fram komandi vikurnar.
Endamálið við íverksetarahúsinum er at skapa ein karm fyri nýskapan, samstarv og menning — eitt stað, har fólk kunnu sita, arbeiða, menna hugskot og skapa nýggjar møguleikar. Ætlanin er, at húsið skal gerast eitt savningarstað fyri íverksetarar, fjølbroytt vinnulív og fólk við hugi at menna nýggj hugskot og verkætlanir. Eisini hava lesandi møguleika til at brúka hølini til uppgávuskriving osfr.
Vága kommuna arbeiðir miðvíst við at skapa eitt umhvørvi, har nýggj hugskot fáa betri karmar at vaksa í, og har samstarv, sparring og felagsskapur kunnu vera við til at stimbra virkishugin og menningina í økinum.
Nærri kunning um, hvussu íverksetarahúsið verður skipað kemur út skjótt.
Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið sunnudagin 24. mai, kl 14.00.