Ongin gjøgnumkoyring eftir Kálvalíðsvegnum seinnapartin leygardagin

Ongin Gjøgnumkoyring

08.05.2026

Leygarkvøldið verður Húsabrekkublues hildið í Miðvági – eitt hugnaligt útitiltak, har vit saman fara at fagna Sámal Ravnsfjall við røðum og tónleiki í heimbygdini hjá honum. Tiltakið er partur av mentanarmánaðinum Undurfagra mai og verður frá kl. 20.00 til uml. 22.00.

Í tí sambandi verður ongin gjøgnumkoyring eftir Kálvalíðsvegnum frá kl. 15.00 til kl. 23.00, meðan tjald og pallur verða sett upp á sjálvan Kálvalíðsvegin.

Konsertøkið verður við nýggja parkeringsplássið og økið yvir ímóti húsinum hjá Sámal Ravnsfjall.

Framvegis verður tó møguligt at sleppa til og frá økinum við at koyra niðan og heim eftir Nesavegnum ella omaneftir til høvðusvegin, framvið innkoyringini til Ellisheimið.

Vága kommuna heitir á bilførarar um at vísa varsemi og taka atlit hendan dagin.