Øll loyvini til nýggjársbál tikin aftur

31.12.2023

Vísandi til vánaliga veðrið í dag, og veðurforsøgnina annars fyri dagin og kvøldið, hevur Vága kommuna, í samráð við brandleiðaran, tikið avgerð um at taka aftur øll loyvini til nýggjársbál, sum eru givin í 2023. Mett verður ikki, at tað er heilt vandaleyst at brenna bál, soleiðis sum veðurvánirnar eru fyri kvøldið.

Avgerðin er tikin vísandi til § 12, stk. 4 í kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 1995 um burturkast sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007. Hetta merkir, at tað ikki verður loyvt at brenna nýggjársbál í ár.

Somuleiðis verður heitt á øll um at vísa stórt varsemi, tá farið verður út at skjóta fýrverk í kvøld, og at taka øll fyrivarni, so vit øll somul koma trygt og væl inn í nýggja árið.

Øllum verður ynskt eitt eydnuberandi nýggjár!