Økt ferðsla í kvøld

31.05.2021

Í kvøld, mánakvøldið 31. mai, verður øktur aktivitetur í ferðsluni frá Miðvágs - Sandavágs havn til grótbrotið í Sandavági.

Ein fraktbátur kemur inn á Miðvág við sandi til sandgoymsluna í grótbrotinum í Sandavági. Í tíðarskeiðnum frá kl. 20.00 til uml. kl. 02.00 kann væntast at nógv koyring verður við stórum bilum frá kaiini til grótbrotið.