Nýtt asfalt verður lagt á landsvegin gjøgnum Sandavág

17.10.2022

Landsverk fer at leggja nýtt asfalt á vegin frá rundkoyringin í Sandavági og inn eftir til omankoyringina til Valloyruna. Arbeiðið byrjar í morgin, týsdagin 18. oktober og væntast at verða liðugt fríggjadagin 21. oktober.

Í tíðarskeiðinum arbeitt verður, verða ljósreguleringar settar upp, og kann hetta darva ferðsluna nakað. Bilførarar verða bidnur um at ansa eftir arbeiðsfólki og fólki til gongu.