Nýggja graslíkið á fótbóltsvøllinum verður alment tikið í nýtslu

10.06.2022

Leygarmorgunin, 11. juni kl. 10.00 verður fótbóltskapping á vøllinum í Sandavági. Tað eru U13 genturnar hjá 07Vestur, sum skulu til kapping, og vitjandi liðini eru HB, FC Hoyvík og B36.

Í hesum sambandi verður almennn móttøka kl. 09.45 uttanfyri Virkishúsið við Ánna, oman ímóti vøllinum, har borgarstjórin sigur nøkur orð og bjóðar kaffi, og okkurt søtt afturvið.