Nýggj útstykking á Heiðatrøðni í Miðvági

28.05.2026
Arbeitt verður nú við nýggjari útstykking á Heiðatrøðni í Miðvági, har tey fyrstu 10 grundøki verða gjørd byggibúgvin. Hetta er partur av størri økið sum er lagt út til bústaðarøki. Økið liggur tætt við Heiðaveg, og er skipað sum eitt friðarligt bústaðarøki við góðum útsýni og tætt uppat náttúru.
Grundøkini verða løgd fram við nýggjum vegim inni á økinum og eru ymisk til støddar. Minstu grundstykkini eru góð 426 fermetrar, meðan størsta grundøkið verður umleið 509 fermetrar. Flestu grundøkini liggja tó millum 430 og 470 fermetrar, sum gevur rúm fyri vanligum sethúsum og einum væl skipaðum bústaðarumhvørvi.
Útstykkingin er løgd soleiðis til rættis, at fríøki verða inni í sjálvum økinum, og ætlanin er at skapa eitt gott og opið nærumhvørvi við plássi til bæði børn, familjur og gerandis lív.
Við tíðini verður bústaðarøkið norðuri á Heiðum bundi saman við hesari útstykkingini á Heiðatrøðni.
Fyrr í mánaðinum var licitatión, og býráðið samtykti týskvøldið 26. mai at taka av lagsta tilboðnum sum var frá J&K Petersen um at gera veg til økið og at gera grundøkini byggibúgvin.